| Uttarlaga á norðara armi á Sørvágsfirði liggur hugnaliga, gamla bygdi Bø. Bø verður hildin at vera landnámsbygd. Bø er lítil bygd, tó við einum miðalaldri millum íbúgvarnar, sum man liggja millum teir lægstu í landinum. Fólkatalið er lítið, men lutvíst stórur partur av íbúgvunum í Bø eru børn ella ung fólk. Bø er gomul búnaðarbygd, men í dag er lítið av vinnuligum landbúnaði eftir í bygdini. Eitt fjós við mjólkneytum, nøkur drápsneyt, men annars mest seyður. Flestu bíggjarfólk arbeiða aðrastaðni enn í Bø. Áhugaverd støð: Bíggjar kirkja 1865 Útsýnið í og kring bygdina Bø er partur av Sørvágs kommunu  |